Uttanlands

Iowa: Ógreitt hvør vann hjá demokratunum

Tekniskir trupulleikar við atkvøðuskipanini hava seinkað uppteljingini frá fyrsta undanvalinum. Uppteljingin verður helst ikki komin heilt uppá pláss fyrrenn í kvøld

Bernie Sanders er ein av teimum, ið roynir at gerast forsetavalevni hjá demokratunum (Mynd: EPA)

Bernie Sanders er ein av teimum, ið roynir at gerast forsetavalevni hjá demokratunum (Mynd: EPA)

2020-02-04 11:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Valdysturin til forsetavalið í USA er langt síðani byrjaður, men í nátt var almenna startskotið, tá undanval var í lítla statinum Iowa.

Hjá demokratunum er spenningur um, hvør skal dystast við Donald Trump um forsetasessin. Bernie Sanders og Joe Biden eru favorittar, men hvør vann atkvøðugreiðsluna í fyrsta statinum er framvegis ógreitt. Atkvøtt varð í gjárkvøldið og í nátt føroyska tíð, men trupulleikar við millum annað nýggju appini, sum úrslitini skulu inn í, hava lagt meinbogar í vegin.

Úrslitini skulu kannast nærri, og umboð fyri demokratarnar hava sagt við CNN, at tað skal tryggjast 100 % at alt er í lagið við tølunum, áðrenn eitt úrslit verður kunngjørt. Hetta verður helst í kvøld.

Hóast tað eingin ivi er um, at Donald Trump aftur verður valevni hjá republikanarunum, so skal tað formliga uppá pláss. Forsetin fekk 97 prosent av atkvøðunum frá republikanarum í statinum í nátt. Tann atkvøðugreiðslan fór fram uttan trupulleikar, og tað veðrur eisini mett sum ein sigur fyri Trump og republikanararnar, at demokratarnir hava so stórar trupulleikar av einari lutfalsliga lítlari atkvøðugreiðslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder