Uttanlands

Irakiska parlamenti atkvøður fyri at tveita amerikanskar hermenn út úr landinum

Irakiska parlamenti vil ikki longur hava útlendsk hernaðarfólk í landinum. Fleiri NATO lond, millum annað Danmark hava herfólk í Irak

Amerikanskur hermaður á vakt við amerikansku sendistovuna í Bagdad (Mynd: EPA)

Amerikanskur hermaður á vakt við amerikansku sendistovuna í Bagdad (Mynd: EPA)

2020-01-05 16:02 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Ein meiriluti av irakisku tinglimunum hevur atkvøtt fyri einum uppskotið, ið hevur til endamál, at tveita amerikanskar hermenn út úr landinum.

Hetta hendir eftir drápið av iranska hernaðarleiðaranum Qassem Soleimani í Irakiska høvuðsstaðnum Bagdad.

Nú er tað upp til irakisku stjórnina at avgera um hon lurtar eftir parlamentinum, og rekur út amerikansku hermenninar. Irakiski fyribils forsætisráðharrin, Adil Abdul-Mahdi sigur, at hann mældi parlamentinum til at atkvøða fyri uppskotinum, skrivar Reuters.

Uppskotið, ið ógildar avtaluna hjá Irak við USA um hernaðarligan stuðul í stríðnum ímóti Islamiskum Stati, var ikki tað einasta ið atkvøtt var fyri. Atkvøtt var eisini fyri at allir útlendskir herir skulu út úr Irak, eisini Danmark, ið stuðlar irakiska herinum við venjing av teirra hermonnum.

NATO hevur síðan 2014, við USA á odda, stuðla Irak i stríðnum móti Islamiskum Stati. Tað var Irak sjálvt sum bað NATO um hjálp í stríðnum móti IS.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder