Uttanlands

Iran: – Mótmælisfólk skulu hava harða revsing

Tað heldur meirilutin av iransku tjóðartingslimunum sambært einum felagsskrivi til landsins dómstólar

Mótmælisgonga fyri iranskar kvinnur í Sveis (Mynd: EPA)

Mótmælisgonga fyri iranskar kvinnur í Sveis (Mynd: EPA)

2022-11-07 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

227 av teimum 290 tinglimunum í iranska tjóðartinginum heita í felagsskrivi á landsins dómstólar um at geva mótmælisfólkum harða revsing.

Myndir úr Iran, ið vísa fólk, sum mótmæla kvinnukúgan í landinum, hava verið deildar um allan heim. 

Seinastu vikurnar hava myndir eisini verið deildar, ið vísa mótmælisfólk verða útsett fyri ógvusligun harðskapi av iranskum trygdarliðum, og hava hesi trygdarlið dripið í minsta lagi 304 fólk í sambandi við mótmælini, sigur norska mannarættindafelagsskapinum Iran Human Rights.

Iransku tinglimirnir siga, sambært DR, at tey, sum hava "eggjað til mótmæli í landinum" eiga at fáa harða revsing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder