Iranski herurin lovar fólki 30.000 dollarar - sum svarar til 190.000 krónur - fyri at drepa ella fanga eitt amerikanskt herfólk.
Lønin verður tvífaldað, um tað er ein kvinna, sum megnar at drepa ella fanga eitt amerikanskt herfólk.
Hetta er eitt tiltak, sum kemur eftir fleiri áheitanir, sigur iranski herovastin Amir Hatami sambært Ritzau.
Higartil eru amerikonsk herfólk ikki send í land í Iran - í øllum førum ikki sambært almennum fráboðanum - undantikið einaferð í apríl í sambandi við bjarging av einum flogskipara úr einum flogfari, sum varð skotið niður yvir Iran.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald