Uttanlands

Iran: Ein persónur dømdur til deyða í sambandi við mótmæli

Hetta er fyrsti deyðadómur, sum er sagdur í sambandi við mótmælini, sum hava verið um alt landið seinastu vikurnar

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2022-11-14 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin varð fyrstu deyðadómurin sagdur í Iran í sambandi við landsumfevnandi mótmælini, sum hava verið í landinum seinastu tíðina. Hetta hendi í rættinum í høvuðsstaðnum Teheran.

Tað er nærum tveir mánaðir síðan, at 22 ára gamla Mahsa Aminis doyði í varðhaldi hjá sonevndu moralsku løgregluni, og var tað deyði hennara, sum elvdi til øll mótmælini.

Hvør deyðadømdi persónurin er, er sambært Ritzau, ikki upplýst, men viðkomandi er dømdur fyri m.a. at hava sett eld á ein stjórnarbygning og fyri at vera "ein fígginda av Guði", ið sambært iranskari lóg verður mett at vera eitt av álvarsamastu brotsverkunum, ein kann fremja.

Eisini er viðkomandi dømdur fyri at "órógva almenna friðin at standa aftanfyri kriminellar samansvørjingar móti trygdini hjá landinum".

Sunnudagin vórðu fimm aðrir persónar eisini dømdir fyri hetta seinasta, og fingu teir millum fimm og tíggju ára gongsul. Hetta hendi eisini í Teheran, og 750 persónar í trimum landslutum vórðu eisini skuldsettir fyri at hava luttikið í mótmælunum.

Yvir 2000 iranarar eru longu skuldsettir fyri at hava tikið lut í mótmælunum, og helvtin av teimum eru í Teheran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder