Uttanlands

Iran: Fýra menn afturat deyðadømdir

Í minsta lagi 18 persónar eru nú dømdir til deyða, og fýra eru avrættaðir í sambandi við mótmælini móti prestastýrinum

Teheran, Iran (Mynd: EPA)

Teheran, Iran (Mynd: EPA)

2023-01-11 07:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hesa vikuna eru fýra menn aftuat dømdir til deyða í Iran í sambandi við mótmælini móti prestastýrinum, sum hava verið í landinum síðan miðskeiðis í september. 

Mánadagin vórðu tríggir menn funnin sekir í at hava dripið trý trygdarfólk í  november, og týsdagin varð ein maður dømdur fyri korruptión. Umframt hetta vórðu teir allir eisini dømdir fyri at "føra kríggj móti gudi", skrivar miðilin Deutsche Welle.

Talið á persónum, sum hava fingið deyðadóm fyri leiklut teirra í sambandi við mótmælini er nú komið upp á 18, og fólk í hópatali standa eisini til at fáa harða revsing.

Í minsta lagi fýra persónar eru longu avrættaðir, harav tveir teirra vórðu hongdir leygardagin, tí teir skuldu eitast at hava dripið eitt trygdarfólk.

Mannarættindafelagsskapurin Amnesty International sigur, sambært Reuters, at Iran í desember hevði ætlanir um at døma í minsta lagi 26 onnur til deyða alment fyri at fáa onnur fólk at aftra seg við at fara á gøturnar at mótmæla.

Sambært eygleiðarum hava avrættingarnar seinastu tíðina eisini fingið nógv at aftra seg, men samstundis skapa tær eisini uppaftur meira øsing, og kann tað hava við sær, at fólkið fer at gera enn meira mótstøðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder