Uttanlands

Iran: Enn ein persónur avrættaður í sambandi við mótmæli

Hósdagin varð fyrsti persónurin avrættaður í sambandi við mótmælini, og í morgun hendi tað aftur – Báðir menninir vórðu hongdir

Teheran, Iran (Mynd: EPA)

Teheran, Iran (Mynd: EPA)

2022-12-12 09:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri aðru ferð innan eina viku er ein persónur avrættaður í Iran fyri at hava tikið lut í mótmælunum móti prestastýrinum, sum hava sett sín dám á landið seinastu mánaðirnar.

Tað upplýsir iranska tíðindastovan Mizan sambært DR.

Talan er um ein mann, sum varð hongdur alment í býnum Mashhad í morgun.

Hann fekk ein deyðadóm fyri at fara "í kríggj móti Gudi", eftir at hann stakk tvey trygdarfólk til deyðis.

Hósdagin varð ein annar maður hongdur fyri leiklut sín í mótmælunum. Maðurin var dømdur fyri at hava blokerað ein veg í høvuðsstaðnum Teheran og fyri at hava stungið ein trygdarvørð í økslina.

Síðan miðskeiðis í september hava stór mótmæli verið í landinum, eftir at 22 ára gamla kvinnan, Mahsa Amini doyði eftir at hon varð handtikin, tí hennara hijab (turriklæði) sambært myndugleikunum ikki fjaldi hár hennara nóg væl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder