Uttanlands

Iran: Enn ein persónur dømdur til deyða

Seinastu vikuna eru seks persónar dømdir til deyða fyri teirra leiklut í mótmælunum í Iran

(Mynd: Getty Images)

(Mynd: Getty Images)

2022-11-21 08:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin varð enn ein persónur dømdur til deyða í rættinum í iranska høvuðsstaðnum Teheran í sambandi við mótmælini, sum hava verið í landinum síðan miðskeiðis í september.

Hetta er sætti persónurin, sum seinastu vikuna hevur fingið ein deyðadóm fyri sín leiklut í mótmælunum.

Ákærdi varð funnin sekur í at hava tikið ein knív fram við ætlan um at drepa og spjaða ótta og ótryggleika í samfelagnum, boðar dómsstólurin frá sambært Ritzau.

Eisini er viðkomandi funnin sekur í "moharebeh", ið merkir "at fara í kríggj móti Guði".

Til ber hjá teimum dømdu at kæra dómin til iranska hægstarættin.

58 børn latið lív

Mótmælini í Iran byrjaðu, eftir at 22 ára gamla Mahsa Amini lat lív 16. september. Hon varð handtikin av løgregluni, tí hennara turriklæð ikki fjaldi hár hennara nóg væl.

Mótmælini eru millum tey størstu móti iranska prestastýrinum, sum nakrantíð hava verið í Iran, og hava iransku trygdarliðini sligið hart niður á mótmælisfólkini.

Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Activists in Iran boðaði í gjár frá, at í minsta lagi 58 børn hava latið lív undir mótmælunum.

Talan er, sambært The Guardian, um 46 dreingir og 12 gentur.

Bert hesa seinastu vikuna varð boðað frá, at fimm børn høvdu latið lív.

Leygardagin upplýsti ein annar mannarættindafelagsskapur Iran Human Rights, at 378 persónar, harav 47 børn, høvdu latið lív undir mótmælunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder