Uttanlands

Iran: Fraklendingur fær átta ára fongsulsrevsing fyri at njósnast

Hann varð í 2020 handtikin og skuldsettur fyri at njósnast, eftir at hava flogið við dronu í oyðimørkini við markið millum Iran og Turkmenistan

Benjamin Briere (Mynd: Reuters)

Benjamin Briere (Mynd: Reuters)

2022-01-26 09:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein iranskum dómstólur dømdi týsdagin 36 ára gamli fraklendingurin Benjamin Briere átta ára fongsul fyri at njósnast.

Tað upplýsir franski sakførari hansara, sum finst hvassliga at dóminum, sum hann heldur vera eitt úrslit av politiskum spæli og einum partískum dómstóli.

Benjamin Briere hevur verið afturhildin í Iran síðan mai 2020, tá hann kom til landið. Hann varð handtikin eftir at hava flogið við dronu fyri at taka myndir í oyðimørkini á markinum millum Iran og Turkmenistan.

Briere hevur verið ákærdur fyri njósning og propaganda móti Iran, men hann hevur noktað seg sekan.

Iranski sakførari hansara sigur, at fraklendingurin er skelkaður yvir dómin.

Umframt átta ár fyri njósning hevur hann eisini ein dóm á átta mánaðir fyri propaganda móti Iran. Hann ætlar sær at kæra dómin.

Sambært Ritzau er Benjamin Briere í løtuni farin í hungursverkfall sum mótmæli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder