2026-07-08 09:14
Iranska kollveltingarverjan sigur seg hava lopið á 85 mál, sum hava tilknýti til amerikanska herin í Barein og Kuvait.
Hetta er "svar uppá amerikonsku brotini á vápnhvíldina", verður sagt.
Álopini vórðu framd við dronum og rakettum. Sambært Ritzau eru ongar upplýsingar um skaðar.
Í gjárkvøldið og í nátt leyp USA á yvir 80 iransk mál, og lovaði Iran "eitt knúsandi aftursvar".
Les eisini: USA rakt yvir 80 iransk mál
Iranska uttanríkismálaráðið fordømir álopini hjá USA, sum sambært Iran er eitt greitt brot á avtaluna um vápanhvíld millum londini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald