Uttanlands

Iran: Fundur millum USA og Iran ikki váttaður

Iranski varauttanríkismálaráðharrin vísir aftur, at umboð fyri Iran og USA skulu hittast hesa vikuna

Iranski høvuðsstaðurin, Teheran (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

Iranski høvuðsstaðurin, Teheran (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-29 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kazem Gharibabadi, varauttanríkismálaráðharri í Iran vísir aftur, at umboð fyri Iran og USA skulu hittast hesa vikuna.

Áður hava ónevndar keldur upplýst fyri Reuters, at arbeiðsbólkar úr USA og Iran, sum arbeiða við at seta í gildi rammuavtaluna millum partarnar, skulu hittast ein av komandi døgunum.

Eitt ónevnt amerikanskt embætisfólk hevur eisini sagt við Axios, at ætlanir eru um ein fund í Katar týsdagin, har ósemjan um Hormuzsundið skal umrøðast.

Eisini varð boðað frá, at USA og Iran vóru samd um at steðga álopunum millum londini.

Les eisini: Semja um at steðga álopum

Gharibabadi sigur, at samrøður millum Iran og Katar um skyldurnar hjá USA vera eftir ætlan, men ein fundur millum arbeiðsbólkarnar í Katar er ikki váttaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder