Uttanlands

Iran: Hava víst 22.000 mótmælisfólkum náði

Higartil er talan um 82.000 fangar, harav 22.000, sum vórðu handtiknir fyri at luttaka í mótmælunum, sum byrjaðu í heyst, upplýsir ovasti dómarin í landinum

Ayatollah Ali Khamenei (Mynd: EPA)

Ayatollah Ali Khamenei (Mynd: EPA)

2023-03-13 13:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iranska tíðindastovan IRNA boðar í dag frá, at 22.000 persónar, sum vórðu handtiknir undir mótmælinum móti iranska prestastýrinum, sum byrjaðu í heyst, eru náðaðir

Tað upplýsir ovasti dómarin í landinum sambært tíðindastovunum Reuters og AP.

Fyrst í februar boðaðu iranskir miðlar eisini frá, at Ayatollah Ali Khamenei hevði náðað tíggjutúsundatals fangum. Higartil er talan um 82.000, harav 22.000, sum vórðu handtiknir fyri at luttaka í mótmælunum. Hetta er tó ikki váttað frá øðrum keldum.

Nær allir hesir persónarnir vórðu handtiknir, ella hvat teir vóru skuldsettir fyri, er ikki upplýst, men sagt verður, at talan er um persónar, sum ikki eru skuldsettir fyri tjóvarí ella harðlig brotsverk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder