Tíggju limir í iranska herinum hava fingið fongsulsrevsing í sambandi við eitt mál um eitt ukrainskt ferðamannaflogfar, sum varð skotið niður í januar 2020.
Talan var um eitt flogfar frá Ukraine International Airlines, sum júst var farið úr iranska høvuðsstaðnum Teheran, tá tað varð rakt av tveimum rakettum og datt niður.
176 persónar vóru umborð á flogfarinum, sum hevði kós móti ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv, og øll lótu lív. Umborð á flogfarinum vóru, umframt ukrainar, ferðafólk úr Iran, Kanada, Afganistan, Stórabretlandi og Svøríki.
Ein hægstráðandi í herinum hevur fingið tíggju ára fongsul, meðan níggju onnur hava fingið millum eitt og trý ára fongsul, skrivar Ritzau.
Sambært dóminum vórðu rakettirnar skotnar uttan loyvi og í stríð við boðum, sum vórðu givin.
Tríggjar dagar eftir hendingina fyri trimum árum síðani, ásannaði iranski herurin eisini, at talan var um eitt mistak.
Støðan millum iranska stýrið og USA var spent. Iranski herurin hevði fáar dagar undan hendingini skotið eftir einari hernaðarstøð í Irak, sum varð brúkt av amerikonskum hermonnum, eftir at USA hevði dripið iranska generalin Qassam Soleimani. Iran fyrireikaði seg tí til eitt mótálop frá USA.
Ukrainska flogfarið varð skotið niður 8. januar 2020, og rættarmálið móti teimum tíggju persónunum í iranska herinum byrjaði í november 2022.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald