Í fleiri mánaðir hava myndugleikarnir í Iran víst aftur, at Iran skal hava latið russum dronur at brúka í Ukraina, men nú viðganga teir, at Russland hevur fingið dronur frá teimum.
Fráboðanir hava seinastu mánaðirnar verið um, at russar hava brúkt Shahed 136-álopsdronur, sum eru framleiddar í Iran, men Iran hevur áður víst aftur, at dronurnar koma frá teimum.
Hossein Amirabdollahian, uttanríkismálaráðharri sigur tó nú, sambært DR, at Russland fekk dronurnar áðrenn landið gjørdi innrás í Ukraina í februar.
– Vit lótu Russlandi eitt avmarkað tal av dronum áðrenn kríggið í Ukraina, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald