Iranska innlendismálaráðið hevur í dag almannakunngjørt nøvnini á seks monnum, sum hava fingið loyvi at stilla upp til iranska forsetavalið, sum verður 28. juni.
Ein teirra skal avloysa Ebrahim Raisi, sum doyði í einari tyrluvanlukku 19. mai.
80 valevni høvdu søkt um loyvi at stilla upp.
Tað eru teir 12 limirnir í iranska Varðmannaráðnum - seks serfrøðingar í islamiskari lóg, og seks løgfrøðingar - sum avgera, hvør er skikkaður at stilla upp til valið.
Millum tey valevnini, sum hava fingið loyvi at stilla upp, eru Alireza Zakani, borgarstjórin í høvuðsstaðnum Teheran, og formaður í iranska tjóðartinginum, Mohammad Bagher Ghalibaf.
Fyrrverandi forsetin, Mahmoud Ahmadinejad hevur harufturímóti ikki fingið loyvi at stilla upp, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald