Iranska kollveltingarverjan sigur seg í morgun hava lopið á fleiri amerikonsk mál í Miðeystri sum aftursvar fyri amerikonsku álopini á Iran í nátt.
Amerikanskar herstøðir og radarastøðir eru raktar í Jordan, Kuvait, Barein og Katar, og myndugleikarnir í Katar boða frá, at trý fólk eru særd, skrivar Ritzau.
Grundgevingin fyri amerikonsku álopini í nátt var, at Iran hevur lopið á eitt bingjuskip í Hormuzsundinum.
Les eisini: USA aftur lopið á Iran í nátt
Í morgun boðar Iran frá, at landið hevur lopið á enn eitt skip í Hormuzsundinum, sum skal hava brotið reglur um sigling í sundinum.
Eisini er boðað frá hendingum í Sameindu Arabisku Emiratunum og Oman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald