Uttanlands

Iran: Talið á nýggjum tilburðum methøgt

Seinasta samdøgrið eru fleiri enn 4.000 tilburðir skrásettir í Iran – Strang tiltøk vórðu sett í verk í iranska høvuðsstaðnum um vikuskiftið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-06 16:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur Iran skrásett 4.151 smittutilburðir.

Sambært tíðindastovuni Reuters er talan um eitt nýtt met hjá landinum, sum verður mett sum tað harðast rakta landið í Miðeystri. Samlaða talið á skrásettum tilburðum nærkast hálvari millión.

Mánadagin var talan eisini um metnógvar tilburðir og andlát. Tá skrásetti Iran 3.902 tilburðir og 235 andlát.

Seinasta samdøgrið eru 227 andlát skrásett í Iran, upplýsir iranska heilsumálaráðið.

Tilsamans hevur Iran nú skrásett 479.825 smittutilburðir og 27.419 andlát í sambandi við koronasmittuni.

Um vikuskiftið settu iransku myndugleikarnir fleiri tiltøk í verk í høvuðsstaðnum Teheran fyri at minka um smittuvandan. Skúlar, biografar, hárfríðkanar- og vakurleikastovur, kaffistovur, moskur og aðrar fyritøkur vórðu bidnar um at lata aftur.

Talan er um strangastu tiltøkini, sum verða sett í verk, síðan Iran spakuliga lat uppaftur eftir fyrru afturlatingini í vár, skrivar The Wall Street Journal.

Um allan heimin eru fleiri enn 35 mió. smittutilburðir skrásettir, og fleiri enn ein millión fólk eru deyð.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder