Uttanlands

Iran: Tíggju persónar handtiknir fyri njósning

Sambært iranskum myndugleikum hava persónarnir arbeitt fyri ísraelsku fregnartænastuna Mossad

Iranski høvuðsstaðurin Teheran (Mynd: VisualHunt)

Iranski høvuðsstaðurin Teheran (Mynd: VisualHunt)

2022-10-24 15:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iran hevur handtikið tíggju persónar, sum sambært iranskum myndugleikum hava arbeitt fyri ísraelsku fregnartænastuna Mossad.

Persónarnir vórðu handtiknir í vestara parti av Aserbajdsjan, sum er grannaland hjá Iran, skrivar Reuters, ið endurgevur iransku tíðindastovuna Fars.

Einki verður sagt um, nær hesar handtøkurnar vórðu framdar, og Ísrael hevur ikki váttað handtøkurnar.

Sambært Iran hava tey handtiknu havt beinleiðis samband við agentar í Mossad. Eisini verður sagt, at tey hava sett eld á bilar og bústaðir, ið hava tilknýti til iransku fregnartænastuna, og hava tey tikið ímóti peningi fyri at senda Mossad myndir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder