Vatnflóðin í Iran hevur nú kravt 70 mannalív, og myndugleikarnir eru enn í ferð við at flyta fólk úr bygdum kring landið.
Ávarað verður ímóti meira illveðri í næstum, og vandi er fyri, at nýtt vatnflóð kann raka fleiri býir.
Uml. 1900 býir og bygdir eru raktar av vatnflóðini, sum er orsakað av ógvusliga regninum, sum hevur verið í Iran seinasta mánaðan.
Higartil hava uml. 86.000 fólk verið noydd at leita sær skjól hjá hjálparfelagsskapum í landinum, og sambært iranska innlendismálaráðnum eru fleiri enn 400.000 fólk rakt av vatnflóðinini.
Ein býur, sum er hart raktur av vatnflóðini er Susangerd við 50.000 íbúgvum. Í dag varð byrjað at flyta fólk úr býnum og fimm bygdum í Khuzestan-landspartinum.
Fólk eru longu vorðin flutt úr uml. 70 øðrum bygdum í landspartinum, og túsundatals vegir, brýr og bygningar eru oyðilagdir, skrivar TV2.
Hjálparfelagsskapir arbeiða hart fyri at hjálpa teimum mongu neyðstøddu fólkunum, sum eru tvungin úr húsi og heimi.
Iranska stýrið hevur eisini lovað, at tey, sum eru rakt av vatnflóðinini fáa endurgjald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald