Uttanlands

Iran: Tveir menn hongdir í morgun

Sambært Iran Human Rights eru í minsta lagi 100 mótmælisfólk í vanda fyri at verða avrættað

(Mynd: AFP)

(Mynd: AFP)

2023-01-07 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun vórðu tveir menn hongdir í Iran fyri at hava dripið ein løgreglumann í sambandi við mótmælini í landinum. 

Tað upplýsa tíðindastovurnar Ritzau og Reuters, sum hava upplýsingarnar frá iransku myndugleikunum.

Fyrr í vikuni vórðu tveir aðrir menn dømdir til deyða fyri at hava luttikið í mótmælunum, sum byrjaðu miðskeiðis í september, eftir at ein ung kvinna var deyð í varðhaldi hjá løgregluni.

Tveir menn vórðu eisini avrættaðir í desember, tann fyrsti 8. desember, og sambært mannarættindafelagsskapinum Iran Human Rights eru í minsta lagi 100 mótmælisfólk í vanda fyri at blíva avrættað eftir at hava fingið ein deyðadóm ella eina skuldseting, sum kann hava við sær deyðarevsing.

Sambært Amnesty International hava tey, sum standa til at fáa deyðarevsing ikki fingið atgongd til nøktandi verju, og hava tey ikki kunnað valt egnan sakførara. Í staðin fyri hava teir fingið ein sakførara frá statinum, sum hevur gjørt lítið fyri teir.

Hildið verður, at 19.262 fólk eru vorðin handtikin í sambandi við mótmælini. Sambært iranskum myndugleikum hava upp móti 300 fólk latið lív í hesum sambandi, harav fleiri trygdarfólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder