Løgreglan í Iran ætlar nú at seta upp vakmyndatól á fleiri almennum støðum. Hetta verður gjørt í einari roynd at fáa fleiri kvinnur at fylgja reglurnar um høvuðbúna.
Síðan ein 22 ára gomul kurdisk kvinna, Mahsa Amini, lat lív í varðhaldi hjá løgregluni, hava stór mótmæli verið í landinum, og alsamt fleiri kvinnur eru farnar úr turriklæðnum.
Vakmyndatólini skulu, sambært løgregluni, brúkast til at eyðmerkja og revsa kvinnur, sum ikki fjala hárið sambært hijablógini. Tá kvinnurnar verða eyðmerktar fáa tær eitt sms-boð, sum ávarar tær um avleiðingarnar, skrivar DR.
Í farnu viku boðaði leiðslan í iransku dómstólunum frá, at kvinnur, sum ikki bera høvuðbúna í almenna rúminum verða rættarsøktar uttan náði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald