Uttanlands

Iranar lova samsýning til tann, ið drepur Trump

Fólkið í Kerman vil rinda 3 milliónir dollarar fyri lívið hjá amerikanska forsetanum

Donald Trump kom í dag til Davos í Sveits har árligi fundurin í World Economic Forum er (Mynd: EPA)

Donald Trump kom í dag til Davos í Sveits har árligi fundurin í World Economic Forum er (Mynd: EPA)

2020-01-21 12:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein iranskur politikari hevur boðað frá, at tríggjar milliónir dollarar verða latnir til ”tann, sum drepur Trump”. Hetta hevur hálvalmenna iranska tíðindastovan, Isna, boðað frá.

- Vegna fólkið í Kerman landslutinum vilja vit rinda 3 milliónir dollarar í reiðupeningi í virðisløn til tann, sum drepur Trump, sigur Ahmad Hamzeh í dag, sambært Isna-tíðindastovuni.

Jerusalem Post skrivar, at Ahmad Hamzeh ikki kom nærri inn á hvør tað er, sum hevur tikið avgerð um at koma við hesi hóttan móti amerikanska forsetanum.

Kerman er heimbýurin hjá Qassem Soleimani, iranska herleiðaranum, sum varð dripin í einum amerikanskum loftálopi í Irak 3. januar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder