Uttanlands

Iransk sjónleikarakvinna handtikin fyri at stuðla mótmælunum

Tareneh Alidoosti er skuldsett fyri at "kunngera falskt innihald og eggja til ófrið"

Taraneh Alidoosti á filmsfestivalinum í Cannes í 2016 (Mynd: EPA)

Taraneh Alidoosti á filmsfestivalinum í Cannes í 2016 (Mynd: EPA)

2022-12-18 15:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tareneh Alidoosti, ein 38 ára gomul kend sjónleikarakvinna, varð í gjár handtikin fyri at hava stuðlað mótmælisfólkunum.

Tað skrivar Ritzau, sum endurgevur fleiri iranskar miðlar.

Taraneh Alidoosti er skuldsett fyri at "kunngera falskt innihald og fyri at eggja til ófrið".

Alidoosti skrivaði á sosialu miðlarnar 8. desember, tá fyrsta mótmælisfólkið varð avrættað:

– Tykkara tøgn merkir stuðul til kúgan og stuðul til tey, sum kúga. Allir altjóða felagsskapir, sum síggja hetta blóðbaðið uttan at gera nakað, vanæra mannaættina.

Alidoosti er serliga kend fyri at hava spælt høvuðsleiklutin í filminum "The Salesman" frá 2016, sum vann eina Oscar-virðisløn fyri besta ikki-eingilska film.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder