Uttanlands

Iranskar dronur skotnar niður í Hormuzsundinum

Dronurnar royndu at leypa á handilsskip, sum ferðaðust gjøgnum sundið

(Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix)

2026-06-13 13:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amerikanski herurin hevur í nátt skotið niður fleiri iranskar álopsdronur, sum royndu at leypa á handilsskip í Hormuzsundinum, upplýsir amerikanski herurin.

Allar dronurnar vórðu skotnar niður, og ferðslan gjøgnum sundið helt fram uttan forðingar. Altjóða handilsleiðin verður verandi opin, skrivar amerikanski herurin á sosiala miðilin X.

Hvussu nógvar dronur talan er um, verður ikki upplýst.

Amerikanski forsetin, Donald Trump ávaraði fríggjadagin iran ímóti at senda fleiri dronur eftir skipum, sum royna at ferðast gjøgnum sundið.

USA og Iran, sum hava verið í kríggj síðan februar, samráðast framvegis um eina friðaravtalu, og boðað verður frá, at partarnir nærkast einari semju, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder