
Ein rúgva av fýrverki varð sent upp í luftuna kring Føroyar í gjár. Men tað er ofta avlopsfýrverk eftir eitt slíkt kvøld, og hetta kann verða vandamikið, og tað skal beinast burtur á rættan hátt, minnur IRF á:
- Nú nýggjárið er farið afturum, er týdningarmikið at leggja sær í geyma, at avlopsfýrverk má beinast burtur á rættan hátt, tí gamalt fýrverk kann kykna av sær sjálvum. Av trygdarávum mælir IRF fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár.
Um fýrverk til dømis liggur í hjalli ella ráligum kjallara, so kann tað gerast óstøðugt og vandamikið, tí hitin í slíkum støðum sveiggjar við árstíðini.
Óstøðugt fýrverk kann elva til eldsbruna og annan skaða, skrivar IRF, og heitt verður tí á fólk um at beina fýrverk burtur við at lata tað inn til eitt mannað endurnýtslupláss, har tað verður heintað av IRF.
yvirlit yvir endurnýtslupláss sæst her
- Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið. Um størri nøgdir av fýrverki skulu beinast burtur, verða fólk biðin um at ringja til IRF fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald