
Pappeskjur, gávupappír, ljósketur, perur, battarí og ikki at gloyma fýrverk. Við jólahøgtíðini og nýggjárinum fylgir sera nógv burturkast, ið ikki eigur at fara sama veg sum vanliga húsarhaldsburturkastið.
Tað sigur IRF, sum heitir á fólk um at hugsa um umhvørvið um høgtíðina.
– Hugsa um hvat kann fara í hvíta og reyða posan hjá IRF, og hvat kann koyrast á endurnýtsluplássið. Á tann hátt kanst tú geva umhvørvinum eina gávu, tá tú hevur fingið tínar.
IRF hevur í hesum sambandi gjørt eina vegleiðing til, hvussu mann ber seg at at skilja burturkastið um høgtíðina:
Hvíti posi: Gávupappír, papp og bleytt plast. Bleyta plastið samlar tú saman í ein kláran posa og leggur hann í hvíta posan.
Grái posi: Gávubond, gávuinnpakking úr foliu, flamingo, matleivdir o.a.
Reyði posi: Ljósperur, battarí, elektronisk tól og annað serliga dálkandi burturkast.
Endurnýtsluplássið: Fýrverk, glas, jarn og metal.
Fyri at gera tað lættari, kann mann printa myndatekin út at seta á ruskíløtini, so mann sær, hvat skal í hvar. Myndatekin kunnu takast niður her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald