Innanlands

IRF keypt verkstað í Klaksvík

Keypir verkstaðsbygning, sum felagsskapurin hevur leigað í umleið 10 ár

(Mynd: IRF)

(Mynd: IRF)

2022-02-01 10:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í umleið tíggju ár hevur IRF leigað hølið í Klaksvík, har kommunali renovatiónsfelagsskapurin hevur havt sín bilverkstað.

Nú hevur IRF keypt bygningin og økið rundan um frá Elmari Zachariasen, skrivar IRF á heimasíðu síni. Yvirtøkan fekk gildi í dag, 1. februar 2022.

Á verkstaðnum umvælir og viðlíkaheldur IRF sínar nógvu bilar, bingjur og tangar. Uttanumøkið er stórt og verður m.a. brúkt sum savningarstað fyri bilvrak, áðrenn tey verða flutt til Kommunalu Brennistøðina í Havn til umhvørvisviðgerð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder