
IRF skrivar, at ólag hevur verið á innsavningini í meginøkinum í vikuni vegna veður. Roynt hevur verið at innsavna ymsastaðni runt í meginøkinum, alt eftir hvussu tað hevur viðrað.
Innsavningin er tikin uppaftur í dag og verður sum vant í morgin. IRF heitir á fólk, sum ikki hava ruskstativ, um ikki at seta ruskposan út tá veðrið er so ringt.
Í Suðuroynni er IRF í dag farið í gongd at heinta gráu posarnar, og at teir verða allir eftir ætlan savnaðir inn, áðrenn morgindagurin í morgin er av. Ætlanin er at heinta størsta partin av teimum gráu posunum í morgin, hósdagin 9. januar, og restina fríggjadagin, 10. januar.
Hvítu posarnir, í norðaru helvt av Suðuroynni, sum eftir ætlan skuldu heintast í morgin í dag, verða ístaðin heintaðir næsta hósdag, 16. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald