Innanlands

Irish Pub á Skálatrøð tilnevnt til fimm heiðurslønir í Dublin

Irish Pub í føroyska høvuðsstaðnum er partur av stórum altjóða felagskapi hjá írskum pubbum

Hans Andreasen skal sunnudagin til Dublin, har eigarar av ískum pubbum kring heimin hittast, og virðisløir verða handaðar (Mynd: Finnur Justinussen)

Hans Andreasen skal sunnudagin til Dublin, har eigarar av ískum pubbum kring heimin hittast, og virðisløir verða handaðar (Mynd: Finnur Justinussen)

2019-10-04 08:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Irish Pub skal í komandi viku luttaka á The 2019 Irish Hospitality Global Awards í Dublin. Tað er níggjunda árið á tað, at Irish Pub Global skipar fyri tiltakinum, sum verður týsdagin 8. oktober í The Mason House í Dublin.  

Í felagskapinum eru 
fleiri enn 2800 írskar pubbur kring heimin, millum annað Irish Pub á Skálatrøð, ið lýsir endamálið hjá felagskapinum at vera at hjúkla um serstaka írska umhvørvi og gestablídni, sum vit kenna tað frá írsku pubbunum.

Partur av tiltakinum er at heiðra útnevndum pubbum fyri ymiskt; so sum mat, drekka, tónleik. Landafrøðiliga eru pubbirnir skildir sundur í pubbir í Írlandi; Evropa, Amerika, Afrika, Asia, Afrika, Miðeystur og londini í Stillahavinum.

Í evropeiska bólkinum er Irish Pub í Havn við í útnevningunum fyri besta kokk, besta tónleik, pub quiz, fótbólt, og undirhald sum heild (heildaruppliving)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder