Myndugleikarnir í Írlandi hava nú strikað nærum øll koronutiltøkini í landinum.
Kravið um frástøðu og at skeinkistøð og matstovur skuldu lata aftur tíðliga, fór úr gildi í morgun, og tað sama gjørdi koronupassið.
Fyri einum mánað síðani vórðu tiltøkini í landinum annars herd orsakað av vaksandi smittutalinum, men írski forsætisráðharrin heldur nú, at Írland hevur klárað seg gjøgnum omikronstormin, sum hann málber seg.
– Vit eru komin fram til, at grundgevingarnar fyri at halda fast í flestu avmarkingunum, ikki longur eru hóskandi. Meginparturin av teimum avmarkingunum, sum hava verið noydd at liva við, verða strikaðar, segði forsætisráðharrin, Michael Martin sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald