Uttanlands

Írland skal hava nýggjan stjórnarleiðara

Leo Varadkar boðaði í gjár frá, at hann fer frá sum forsætisráðharri og floksformaður

Leo Varadkar var ikki bert tann yngsti, men eisini tann fyrsti samkyndi forsætisráðharrin, tá hann tók við í 2017 (Mynd: EPA)

Leo Varadkar var ikki bert tann yngsti, men eisini tann fyrsti samkyndi forsætisráðharrin, tá hann tók við í 2017 (Mynd: EPA)

2024-03-21 09:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Politikarar eru hóast alt bert menniskju. Vit hava okkara avmarkingar.

Soleiðis segði írski forsætisráðharrin, Leo Varadkar, tá hann í gjár óvæntað boðaði frá, at hann gevst í politikki.

Varadkar sigur bæði forsætisráðharrasessin og formanssessin í flokkinum Fine Gael frá sær. Orsøkirnar eru persónligar, sigur hann.

Varadkar var yngsti forsætisráðharri í Írlandi, tá hann tók við sessinum í 2017 sum 45 ára gamal. Hann var eisini fyrsti samkyndi forsætisráðharrin í Írlandi.

Avgerðin førir ikki beinleiðis til nýval. Enn er ógreitt hvør verður nýggjur stjórnarleiðari. Val skal haldast í Írlandi seinast í mars 2025. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder