2021-09-20 07:42
Islamiskur Statur (IS) tók sunnudagin ábyrgdina fyri eina røð av bumbuálopum á Taliban í eysturafghanska býnum Jalalabad.
Bumburnar brustu leygardagin og sunnudagin, og nógv Taliban-fólk lótu lív ella fingu skaða í álopunum. Talan er um yvir 35 hernaðarfólk, sambært IS, skrivar Ritzau.
Keldur, ið vísa til upplýsingar frá eygnavitnum og lokalum sjúkrahúsum, siga tó við tíðindastovuna Reuters, at í minsta lagi trý fólk hava latið lív, meðan uml. 20 vórðu særd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald