Uttanlands

Isabella prinsessa byrjað í hertænastu

Gongur somu leið sum pápin og stóribeiggin – kom koyrandi til kasernuna í svørtum bili

(Myndir: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

(Myndir: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

2026-08-03 12:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Isabella prinsessa, elsta dóttir Frederik kong og Mary drotning, byrjaði í dag sína 11 mánaða hertænastu á Gardehusarregimentinum í Antvorskov kasernu í Slagelse.

Hon kom koyrandi sjálv til kasernuna í svørtum Audi, skrivar Ritzau.

1.600 ungir danir byrjaðu í dag í hertænastu. Hetta er fyrsti árgangurin eftir at hertænastan er longd til 11 mánaðir. Hetta er úrslit av eini verjusemju, ið varð samtykt av einum meiriluta á fólkatingið í 2024. Áðrenn tað var vanliga hertænastan fýra mánaðir.

Tænastutíðin er fyrst ein grundútbúgving í fimm mánaðir og síðan eitt hálvt ár í virknari tænastu.

Isabella prinsessa, ið nú er farin í sjálvbodna hertænastu, hevur frábiðið sær at taka ímóti kostpengum og løn undir tænastuni. Hetta hevur kongshúsið fyrr váttað fyri BT, skrivar Ritzau.

Ung í hertænastu fáa vanliga eina løn á umleið 9.000 krónur um mánaðin. Afturat hesum koma skattafríir kostpeningar á umleið 8.300 krónur um mánaðin.

Fólk í hertænastu búgva ókeypis og kunnu ókeypis ferðast við toki, bussi og metro í øllum Danmark.

Beint frá miðnámi til hertænastu

Isabella prinsessa gjørdist í juni studentur á Øregaard Gymnasium í Hellerup.

Prinsesse Isabella blev i juni studentur fra Øregård Gymnasium i Hellerup. Við at fara beint í hertænastu fylgir hon somu slóð sum stóribeiggin, Christian krúnpriunsur. Hann var eisini í hertænastu hjá Garderhusarregimentet í Slagelsse.

Eftir hertænastuna fór krúnprinsurin undir útbúgving til loytnantur. Í hesum sambandi skal Christian gera tænastu hjá Den Kongelige Livgarde har hann verður deildarførari á gardarakasernuni í Høvelte í Norðursælandi.

Tað er siður í kongsfamiljuni at brúka ein part av lívi teirra í tænastu hjá verjuni.

Eisini pápi Isabellu prinsessu og Christians krónprins, Frederik kongur, hevur verið knýttur at Garderhusarregimentinum.

Tvey ár eftir sína hertænastuna varð hann útnevndur til loytnant í reservuni, og gjørdist í hesum sambandi deildarførarihjá Garderhusarregimentinum, sum tá hevði heimstað í Næstved, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder