Eftir ætlan fara allar koronuavmarkingar í Íslandi úr gildi fríggjadagin 25. februar. Tað boðar íslendska stjórnin frá í dag.
Hendan avgerðin varð tikin av einari samdari stjórn í dag, og samsvarar hon við líknandi avgerðir, sum eru tiknar í grannalondunum. Eitt nú í Føroyum fara allar avmarkingar úr gildi mánadagin 28. februar.
Íslendski heilsumálaráðharrin, Willum Þór Þórsson sigur, sambært RÚV, at koronasmittan nú hevur spreitt seg so nógv, at tað er lítið, sum fæst burturúr at varðveita avmarkingarnar.
Avgerðin hjá íslendsku stjórnini merkir m.a., at sóttarhald ikki longur verður krav, men kortini verður framvegis mælt til, at fólk, sum fáa sjúkueyðkenni taka eina skundkanning og halda seg heima.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald