Uttanlands

Ísland er korona lokað

Og í dag vórðu enn strangari krøv sett til Reykjavíkarøkið. ”Góða ferð” verður ynskt í einum nýinspældur íslendskum syngið-við-sóttarhaldssangi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-10-07 14:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íslendsku myndugleikarnir settu mánadagin herdar reglur í gildi í sambandi við at koronasmittan er blómað uppaftur. Og í dag vórðu enn strangari reglur settar fyri serliga Reykjavíkar-økið.

Frá á midnátt mánanáttina var forboð sett fyri at savnast yvir 20 fólk á sama stað, tó við nøkrum undantøkum.

Tað var Svandís Svavarsdóttir, heilsumálaráðharri, sum kunngjørdi nýggju reglurnar eftir tilmæli frá sóttverjulæknanum þórolfi Guðnasyni, skrivar RUV.

Skeinkistovur, barrir, náttklubbar, kasino og venjingarhøllir fingu boð um at lata aftur, og svimjihøllir og -hyljar sluppu bert at loyva helminginum av loyvda fólkatalinum inn. Frástøðu kravið varð sett til ein metur, og um hetta ikki kann haldast, er krav um at bera andlitsmasku.

Sostatt kundu hárfríðkanarstovur, fysioterapeutar og líknandi halda opið.

Enn strangari í Reykjavík
Men í dag eru so herdar reglur komnar at galda fyri Reykjavík og nærmasta øki uttanum. Og tað merkir eitt nú, at kravið um frástøðu nú er tveir metrar, og tað er galdandi allastaðni.

Og sostatt verða tænastustøð sum hárfríðkanarstovur, massasjustovur, tatovørar og líknandi stongd. Einans støð, ið veita heilsuligar viðgerðir eru undantikin kravinum um tveir metra frástøðu, skrivar RUV.

Í handlum er krav um at bera andlitsmasku, og heitt verður á húsarhald um bert at senda ein út at keypa.

Svimjihallir og onnur baðistøð eru nú eisini stongd í Reykjavík. Sama er galdandi fyri alt innandura ítróttavirksemi við kropskontakt.

Ítrótt uttandura er framvegis loyvd, men áskoðarar skulu bólkast í bólkar á 20 fólk, bera andlitsmaskur og sita á ávísum plássum. Somu krøv verða sett sjónleikahúsum, biohøllum og spælistøðum.

Tær skeinkistovur, sum hava hildið opið, tí tey eisini selja mat, skulu nú, eins og allar matstovurnar steingja klokkan 21 ístaðin fyri kl 23.

Børn, ið eru fødd eftir 2005 eru undantikin fleiri av herdu krøvunum, sum fyribils eru galdandi til 19. oktober. Herdu tiltøkini eru galdandi fyri hesi økir: Garðabær, Hafnarfjørður, Kjósahreppur, Kópavogur, Mosfellsbær, Reykjavík og Seltjarnarnes.

87 nýggir tilburðir av covid-19 vórðu staðfestir í Íslandi í gjár, harav 41, sum ikki longu vóru í sóttarhaldi. 18 persónar eru innlagdir á sjúkrahús við covid-19, skrivar RUV.

"Góða ferð, góða ferð"
Ísendingum so líkt, so hava teir gjørt sín heilt egna sóttarhalds- og stongsulssang. Sangurin varð gjørdur í vár, men hevur fingið nýtt lív nú.

Ein røð av kendum sangarum hava spælt inn ein rættiligan góðan sang, ið snýr seg um at halda lagnum uppi, hóast tú ert noyddur at halda teg heima. ”Ferðumst innanhúss” er heitið, ”ferðist heima”, og fangandi niðurlagið biður ”góða ferð”:

Njótið sangin á leinkjuni yvir greinini.

(tekstur broyttur kl. 15.10)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder