Mentan

Ísland fær bót frá Eurovision

Tað hevur fingið avleiðingar fyri íslendska kringvarpið, at bólkurin Hatari vísti palestinska flaggið, tá stigini vórðu handað í Eurovision-finaluni

2019-09-22 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Íslendska kringvarpið RÚV hevur fingið bót frá fyriskiparum handan altjóða sangkappingini, Eurovision Song Contest.

Orsøkin er, at bólkurin Hatari, sum umboðaði Ísland í finaluni í ísraelska býnum Tel Aviv, ikki uppførdi seg politiskt neutralt.

Bólkurin vakti ans, tá limirnir vístu palestinska flaggið, meðan stigini vórðu handað, og tað stendur greitt í reglunum fyri kappingina, at luttakarar ikki sleppa at brúka sína framførslu til politisk endamál.

Les eisini: Vístu palestinska flaggið

Tí fær RÚV nú eina bót, men sambært Politiken er tað ikki upplýst, hvussu stóra bót talan er um.

Bólkurin Hatari hevði longu, áðrenn kappingin byrjaði, sagt, at tey stuðlaðu Palestina, og at tey ikki tóku undir við ætlanini um at skipa fyri Eurovision-finaluni á ísraelskari jørð.

Kortini eydnaðist tað íslendska bólkinum at enda á einum 10. plássi í finaluni.

Madonna vísti eisini palestinska flaggið

Hatari voru tó ikki tey einastu, sum vístu palestinska flaggið tað kvøldið.

Tað gjørdi heimskenda sangkvinnan, Madonna, sum framførdi tvey løg, áðrenn stigini skuldu avdúkast, eisini.

Undir framførsluni hjá henni, vístu dansarar á pallinum nevniliga bæði tað ísraelska og palestinska flaggið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder