
Fýra fólk í Íslandi eru deyð eftir, at tey eru blivin koppsett móti koronavirus. Íslendskir miðlar skrivaðu í gjár um trý fólk sum høvdu latið lív, men íslendska Ríkisútvarpið skrivar í dag, at talið er komið upp á fýra.
Talan er um veik og eldri fólk við undirliggjandi sjúkum.
- Tað verður nú kannað, um tað er samband millum koppsetingina og andlátini, men tað er sera lítil møguleiki fyri tí. Hetta verður kannað av farsóttarlækna og landslækna, sigur Rúna Hauksdóttir Hvannberg, stjóri í íslendska apoteksverkinum, við RÚV.
Óvist er, hvussu leingi tað fer at taka, at gera hesar kanningarnar, men tilsamans 31 fráboðanir eru komnar um hjáárin, harav eru 26 ikki álvarsamar.
Flestu av teimum eru um fólk, sum millum annað eru eym á staðnum, har koppingarevnið varð sproytað, høvuðpínu, at fólk eru blivin svimbul, kenna seg troytt ella fáa vaml. Vanlig og væntað stutttíðar hjáárin.
Fimm fráboðanir um álvarslig hjáárin hava verið, og fýra av teimum persónunum hava latið lív.
Íslendingar hava koppsett 5000 fólk við vaksinuni frá Pfizer, sum Føroyar eisini brúka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald