2020-06-28 11:26
Guðni Thorlacius Jóhannesson fekk flestar atkvøður á forsetavalinum í Íslandi í gjár. Tað er greitt, eftir at valúrslitið varð kunngjørt í morgun.
52 ára gamli søgufrøðingurin, sum hevur verið forseti síðan august 2016, fekk 92,2 prosent av atkvøðunum.
Hitt valevnið, Guðmundur Franklín Jónsson fekk bert 7,8 prosent av atkvøðunum.
252.267 høvdu valrætt í Íslandi, men bert 168.821 fóru á val. Valluttøkan var sostatt 66,9 prosent. 5.111 atkvøður vórðu ógildaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald