Uttanlands

Ísland herðir koronatilbúgvingina

Fólk skulu bera munnbind um kravið um tveir metra frástøðu ikki kann haldast

2020-07-31 07:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Til tess at byrgja fyri at koronasmitta breiðir seg, setir Ísland í dag í gildi nýggjar ásetingar, sum millum annað krevur, at fólk skulu bera munnbind tá tey ferðast umborð á ferjum og innanríkis flogførum.

Tað boðaði íslendska stjórnin frá í gjár.

Í síðstu viku vórðu 31 nýggir tilburðir av koronasmittu skrásettir í Íslandi. Í gjár vórðu 11 nýggir tilburðir, og hetta er hægsta tal av nýggjum smittum í eitt samdøgur síðan 19. apríl, skrivar norska blaðið VG.

- Fyri at kunna avmarka vandan fyri at smittan breiðir seg, er neyðugt at vit kunnu spora smittuna so tíðliga sum gjørligt og senda smittað fólk í sóttarhald, sigur Thorolfur Gudnason, leiðandi farsóttarlækni í tíðindaskrivinum.

Frá í dag verður tí talið av fólkum, sum sleppa at savnast sett niður úr 500 til 100, boðar stjórnin frá.

Og frástøðukravið verður sett til tveir metrar. Har henda frástøðan ikki kann haldast, seta myndugleikarnir nú krav um at bera munnbind.

Umframt at bera munnbind tá ferðast verður loft- og sjóvegis, verður krav um munnbind eisini sett fólkum, sum eru hjá frisør, vøddamýkjara og líknandi tænastum.

Søvn, náttklubbar og onnur støð, og har kravið um tveir metra frástøðu ikki kann haldast, eiga at latast aftur, og barrir og matstovur skulu steingja í seinasta lagið klokkan 23, verður sagt.

Ísland slakaði um krøvini í byrjanini av mai mánaði. Síðst í mai lat landið upp, sum eitt av teimum fyrstu londunum í Evropa, fyri diskotekum og barrum við upp til 200 fólkum. Tá boðaði Ísland frá, at tey høvdu tamarhald á koronastøðuni.

Í Íslandi eru staðfestir 1.872 tilburðir av koronavirus. Í løtuni eru 39 fólk avbyrgd við smittuni, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder