2023-07-12 10:23
Enn einaferð er Ísland á miðlabreddunum kring allan heim. 40 kilometrar frá høvuðsstaðnum Reykjavík er eitt nýtt eldgos við at gera vart við seg. Heit lava og vandamiklar gassir streyma upp úr undirgrundini.
![]()
Hóast vandi ikki er á ferð, so ávara myndugleikarnir móti at koma ov nær opinum, har gosmyrjan rennur upp úr undirgrundini. Heitt verður á ferðafólk um at halda seg langt burturi frá staðnum, tí roykurin kann vera vandamikil. Eisini verður heitt á íbúgvararnar í Reykjavík um at hava vindeyguni aftur.
Tað verður ikki hildið, at eldgosið hesaferð fer at ávirka flogferðsluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald