Manning frá íslendsku sjóverjuni, Landhelgisgæsluni, fór í gjárkvøldið umborð á skipið Bandero og handtók skiparan.
Talan er um eitt skip hjá umhvørvisfelagsskapinum Captain Paul Watson Foundation, sum í løtuni er í íslendskum sjógvi fyri at forða íslendskari stórhvalaveiðu.
Morgunblaðið skrivar í morgun, at sjóverjan fór umborð, tí Bandero órógvaði hvalaskipið Hval 9 hjá felagnum Hval hf., og at hendingin fór fram innan fyri 12 fjórðinga markið.
Tað var sjóverjan sasman við servandari deild hjá ríkisløgregluni, sum fóru umborð á Bandero, tóku ræðið á skipinum og handtóku skiparan.
Eftir handtøkuna hevur Paul Watson gjørt viðmerkingar á sosialum miðlum. Hann sigur seg fegnast um møguleikan fyri nú at gera vart við íslendsku hvalaveiðina í størri altjóða høpi. Ein hvalaveiða, sum sambært honum er bæði ólólig og óetisk. Hann vísir á, at stórhvalaveiða ikki er loyvd sambært ES-lóg, og felagsskapur hansara fer tí at nýta høvi til at gera sítt til at gera vart við hetta, og at íslendsku ætlanirnar um ES-limaskap harvið verða órógvaðar.
Bandero er nú førdur til Reykjavíkar, og liggur í Sundahöfn í Reykjavík.
Bandero á veg inn í Sundahöfn í Reykjavík (Mynd: RÚV)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald