Uttanlands

Ísland setir serlig verjuátøk í gildi á skúlunum

Krav um frástøðu og andlitsverju er tó ikki galdandi fyri yngstu skúlabørnini

(Mynd: ruv.is)

(Mynd: ruv.is)

2020-11-02 17:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íslendska mentanar- og kenslumálaráðið hevur nú lýst nýggjar reglur fyri íslendska skúlaøkið, nú Ísland er rakt av triðju koronabylgjuni.

Nýggju reglurnar fáa í gildi frá í morgin, og eru galdandi fyri allar skúlar og útbúgvingarstovnar umframt ítrótta- og frítíðarvirksemi fyri børn og tannáringar.

Allir skúlar skulu tryggja, at tveir metra frástøða verður hildin millum lærarar og starvsfólk, og at andligsverja skal brúkast, um tveir metra frástøða ikki kann baldast. Bert tíggju vaksin kunnu vera til staðar í hvørji deild í skúlunum.

Frástøðukrøvini eru ikki galdandi fyri fyri børn undir skúlaaldur, men her er mark sett til 50 saman í hvørji deild.

Foreldur fáa ikki longur atgongd til skúlabygningarnar uttan so at serlig orsøk er til tess, skrivar ruv.is.

Alt frítíðar- og ítróttavirksemi fyri tey yngstu børnini støðgar fyribils og annars eru serligar avmarkingar galdandi.

Børn í 1. Til 4. flokk sleppa undan kravinum um andligsverju, men her er avmarking sett til 50 næmingar í hvørji deild.

Næmingar úr 5. til 10. flokk skulu halda kravinum um frástøðu og brúka andlitsmasku, um frástøðan ikki kann haldast. Her kunnu í mesta lagi 25 næmingar vera í hvørjum øki.

Fyri hægri lestur, universitet og tónleikaskúla er hámarkskravi um 10 fólk saman galdandi umframt tveir metra reglan og kravið um andlitsgrímu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder