Eftir fleiri vikur við samráðingum eftir valið í september, varð í gjár kunngjørt, at stjórnin í Íslandi heldur fram.
Hetta merkir, at Katrin Jakobsdóttir úr Vinstri grænir, heldur fram sum forsætisráðharri. Hinir báðir flokkarnar í samgonguni eru Sjálfstæðisflokkurinn og Framsóknarflokurinn.
Á valinum í september gjørdist Sjálfstæðisflokkurinn størsti flokkur við 24,4 prosent av atkvøðunum og 16 tingsessir í Altinginum.
Næststørsti flokkurinin gjørdist Framsóknarflokurinn. Við 17,3 prosent av atkvøðum og 13 tingsessum var hann eisini tann flokkurin, ið hevði størstu framgongdina á valinum. Í seinasta valskeiði hevði hann nevniliga bert átta tingsessir.
Vinstri grænir er minsti flokkur í samgonguni. Hann fekk 12,6 prosent av atkvøðunum, og hetta gevur honum átta sessir í Altinginum. Tað eru tríggjar færri enn undanfarna valskeið.
Katrin Jabobsdóttir sigur, at nýggja stjórnin fer at leggja dent á heilsu og stríðið móti veðurlagsbroytingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald