Íslendska stjórnin hevur boðað frá, at hon er sinnað at taka ímóti 15 flóttafólkum, sum í løtuni eru knýtt at Moria flóttafólkaleguni á griksku oynni Lesbos.
Hesi koma afturat teimum 85 kvota-flóttafólkunum, sum ætlandi skulu koma til Íslands í ár. Endamálið er at veita eina trygga tilferu til familjur, ið eru komnar illa fyri orsaka av eldsbrunanum, sum herjaði Moria-leguna herfyri.
Harvið kemur samlaða talið av flóttafólkum til Íslands í ár upp á 100, og tað er tað mesta nakrantíð.
Íslendska flóttafólkanevndin hevur átikið sær uppgávuna at tryggja at tikið verður væl ímóti hesum familjum, og at hetta verður gjørt í tøttum samstarvi við myndugleikarnar í Grikkalandi og ES.
Sostatt gongur Ísland áheitanini frá ES og UNCHR á møti um at hjálpa fólkunum frá Moria-leguni, sum eru komin illa fyri. UNCHR er serliga flóttafólkanevndin undir ST.
- Vit her í Íslandi hava nyttugar royndir við at taka ímóti sýriskum familjum. Okkara politikkur er at játta fleiri flóttum í tøttum samstarvi við UNCHR, sum hevur góðkent mátan sum vit brúka at taka ímóti teimum, sigur Katrín Jakobsdóttir, forsætisráðkvinna.
Ísland tók ímóti 52 kvotuflóttum í 2018, 74 í fjør og ætlandi 100 í ár, skrivar RUV.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald