Ísland hevur nú endurtikið síni krav til havleiðirnar kring Rockall, har tað í løtuni er eitt stríð um rættindini at fiska millum Skotland og Írland.
Les: Stríð millum Skotland og Írland um rættindini við Rokkin
Fyri tveimum vikum síðani hótti Skotland við at handtaka fiskifør, sum fiskaðu nærhendis Rokkinum. Sipað varð serliga til írskar trolarar.
Rockall liggur 240 fjórðingar vestan fyri Skotland, og 230 fjórðingar í ein útnyðring úr Donegal í Írlandi.
Nýggja fráboðanin gav ongar almennar reaksjónir úr Íslandi og Føroyum, sum eisini hava gjørt krav um rættindini kring Rokkin, skrivar írska kringvarpið RTÉ.
Men nú veit RTÉ News at siga frá einum talsmanni fyri íslendska uttanríkisráðið, sum staðfestir, at Hatton-Rockall økið er partur av íslendska landgrunninum.
Í fráboðanini frá íslendska uttanríkisráðnum verður sagt, at íslendsk fiskifør javnan veiða svartkjaft nærhendis Rockall, men at ongi íslendsk skip eru í økinum í løguni.
Íslendska uttanríkisráðið vísir á, at fleiri tjóðir hava gjørt krav um økið yvir fyri Landsgrundsnevndini hjá ST, og tí kann eitt land ikki seta øðrum landi krav uttan at hinir partarnir í stríðnum eru hoyrdir.
Hóast skotsku hóttanirnar, er enn ongin bátur tikin nærhendis Rokkin, skrivar írska kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald