Skjótt fer tað at verða møguligt hjá íslendingum at fáa sær kynsneutral eftirnøvn. Tað staðfestir ein nýggj lóg, sum varð samtykt í síðstu viku, skriva fleiri miðlar í dag.
Siður er, at íslendingar hava eftirnøvn, sum enda við -son ella -dóttir, men við nýggju lógini kemur ein triði møguleiki.
Skjótt verður eisini møguligt at fáa sær eftirnavn, sum endar við -bur, ið merkir barn.
Sostatt kann ein persónur, sum hvørki kennir seg sum mannfólk ella konufólk velja sær hetta nýggja eftirnavnið, um viðkomandi er skrásettur sum hvørki mannfólk ella konufólk.
Nýggja lógin kann fáa stóran týdning fyri tvørkynd í Íslandi, og eisini gevur hon borgarum rættin at broyta kyn sítt alment, so tað samsvarar við tað kynið, tey identificera seg við.
Sambært miðlinum Iceland Reviews kann hetta gerast uttan at hava fingið nakað slag av læknafrøðiligari viðgerð.
Eisini tey undir 18 ár kunnu skráseta seg undir einum øðrum kyni, um foreldrini loyva tí.
Til atkvøðugreiðsluna í síðstu viku atkvøddu 45 fyri og eingin ímóti. Trý møttu ikki upp til atkvøðugreiðsluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald