Uttanlands

Íslendingar savna pengar inn til tey neyðstøddu

Stórur áhugi er at lata pengar til innsavningina hjá Reyða Krossi til at hjálpa grindavíkingum

(Mynd: RÚV)

(Mynd: RÚV)

2024-01-15 14:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Íslendingar eru farnir at savna inn pengar til tess at hjálpa grindavíkingum, sum eru komnir í neyð orsaka av eldgosinum. Góðar fýra milliónir íslendskar krónur komu inn í eini innsavning, sum Reyði Krossur skipaði fyri í gjárkvøldið.

Fýra milliónir svarar til góðar 200.000 í okkara krónum, og røkkur kanska ikki langt, men Oddur Freyr Þorsteinsson frá Reyða Krossi er fegin um viljan til at hjálpa.

- Vit hava fingið góðar afturmeldingar upp á innsavningina, nógv betri enn vit høvdu vónað. Tað eru nógvir íslendingar, sum fegnir vilja hjálpa grindavíkingum í hesi sváru tíð, sigur hann við RÚV.

Umboð fyri Reyðakross, fyri býarstýrið í Grindavík og sóknarpresturin í býnum sita í nevndini, sum skal gera av, hvussu peningurin verður latin víðari.

Reyði Krossur fór í november í holt við eina innsavning fyri at hjálpa teimum, ið hava tørv á tí. Umleið hálvfimta millión íslendskar krónur eru latnir 160 einstaklingum síðan tá, verður upplýst.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder