Mentan

Íslendsk rithøvundavitjan, Kári P og Kirkjutónar

Árligi Býarskáin í Runavík verður hetta vikuskiftið, og í hesum sambandi eru fleiri mentanarlig tiltøk á skránni sunnudagin í Løkshøll og aðrastaðnis í økinum

Einar Már Guðmundsson, rithøvundur

Einar Már Guðmundsson, rithøvundur

2024-11-02 10:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árligi Býarskáin í Runavík verður um vikuskiftið, og fleiri spennandi mentanarlig tiltøk eru á skránni sunnudagin í Løkshøll og aðrastaðnis í økinum.

Konsert í Glyvra kirkju
Sunnudagin 3. november kl. 15.00 er konsert í Glyvra kirkju við Ari Hammer Joensen, urga og Ernst Remmel, trompet.

Undir heitinum Kirkjutónar fara hesir báðir úrmælingarnir at framføra verk fyri urgu og trompet og ímeðan góðir tónar ljóma í kirkjuni kann ein njóta myndirnar, sum Bárður Jákupsson sýnir fram í kirkjuni.

Konsertin er partur av Økistónum og varir ein tíma. Tað er ókeypis atgongd.

Bókaprát við Einar Már Guðmundsson
Í 2023 kom nýggjasta skaldsøgan hjá Einari Már Guðmundssyni, "Því dæmist rétt vera" út.

Bókin hevur fingið sera góð ummæli, bæði í heimlandinum og eisini í Danmark, har týdda útgávan kom út fyrr í ár. Ummælari úr Politiken gevur bókini seks hjørtur av seks møguligum og sigur um bókina at "den er simplethen mesterligt fortalt".

Bókin er ein brotsmannaskaldsøga, sum fer fram fyri tveyhundrað árum síðani í Íslandi. Tá komu trúvilstar ímyndir um javnrætt og rættvísi undan kavi. Í bókini verða frælsisdreymar kveiktir og køvdir, familjubondini verða avbjóðað, sannleikin stríðist við lygnir, og rætt og skeivt eru vundin inn í frásøgukynstrið.

Einar Már Guðmundsson er serliga kendur fyri Reykjavíkar triologiina og bókina 'Heimsins einglar', sum hann eisini vann Norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri í 1995.

Tað verður Bergur D. Hansen, lektari í bókmentum og dekanur á Setrinum, sum fer at práta við Einar um nýggju skaldsøguna, og Einar fer eisini at lesa brot.

Kári Sverrisson framførir tvey løg, sum Kári hevur skrivað til tekst eftir Einar Már Guðmundsson.

Konsert við Hinumegin Ringvegin Trio
Sangirnir hjá Kára P eru langt síðani vorðnir fólkaogn her heima. Teir eru enn viðkomandi og fleiri teirra hava sítt fasta pláss á sangskránni ,tá ið fólk koma saman í veitsluhýri.

Kári P hevur latið tvær útgávur úr hondum; Vælferðarvísir og Hinumegin Ringvegin, og við sangum so sum Súrligar nætur í Keypmannahavn, Villar víddir, Ringulríma, Kalli Katt, Meirilutin ræður eru útgávurnar sannir varðar í føroyskum tónleikahøpi . Hesar sangir og fleiri aðrar fer Hinumegin Ringvegin Trio at framføra á konsertini í Løkshøll sunnukvøldið klokkan 18.30. Eisini verður trivið í onkran av sangunum á EP’unum hjá Debess & Petersen.

Tað er bara Kári sjálvur sum kann syngja sínar sangir, sum teir eiga at vera. Royndu og dugnaligu tónleikararnir Finnur og Edvard stuðla undir og lyfta, so vit hetta kvøldið fáa Kára P í síni bestu útgávu.

 Atgongumerki fáast á loksholl.fo og við dyrnar.

Runavíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder