Íslendska stjórnin fer at virða úrslitið av fólkaatkvøðuni og fer ikki víðari við málinum um ES-limaskap í hesum valskeiðnum.
Tað segði íslendski forsætisráðharrin, Kristrún Frostadóttir sunnudagin, eftir at endaliga úrslitið var greitt.
52,8 prosent atkvøddu ímóti at taka uppaftur samráðingar við ES um limaskap, meðan 47,2 prosent atkvøddu ímóti.
270.000 íslendingar høvdu valrætt, og valluttøkan var 82,5 prosent, sum er tann hægsta síðan tjóðartingsvalið í 2009.
Kristrún Frostadóttir sigur, at hon sær tað sum ein siður fyri fólkaræðið, at yvir 80 prosent av fólkinum atkvøddu um málið.
Úrslitið av fólkaatkvøðuni var ikki bindandi, men stjórnin fer at rætta seg eftir úrslitinum
Hóast samráðingar um íslendskan ES-limaskap steðgaðu upp í 2013, varð umsóknin um limaskap ongantíð formliga tikin aftur, og sambært íslendska kringvarpinum RÚV er í løtuni ógreitt, um ætlanir eru um hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald