placeholder
Innanlands

Íslendski forsetin heldur fyrilestur í Kongshøll

Mánadagin 2. mai fer Guðni Thorlacius Jóhannesson, forseti Íslands, at halda almennan fyrilestur í Kongshøll við heitinum “Nationalism in Turbulent Times. Lessons for Small Nations in the North Atlantic”

(Mynd: forseti.is)

(Mynd: forseti.is)

2022-04-27 18:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Áðrenn Guðni Thorlacius Jóhannesson tók við sum forseti í Íslandi í 2016, var hann professari í søgu á lærda háskúlanum í Íslandi, umframt at hann hevur undirvíst á lærda háskúlanum í Reykjavík, Bifröst og á lærda háskúlanum í London. Nøkur ár arbeiddi hann eisini parttíð fyri RÚV sum tíðindamaður.

Guðni hevur skrivað mangar greinar og eisini bøkur um nútímans íslendska søgu. Hann hevur skrivað um toskakríggini, forsetaembætið í Íslandi, fyrrverandi forsætisráðharran, Gunnar Thoroddsen, njósning í Íslandi, fyrrverandi forsetan, Kristján Eldjarn, umframt at hann hevur skrivað eina bók um bankaskrædlið í Íslandi í 2008.

Mánadagin fáa føroyingar høvi at hoyra forsetan á almennum fyrilestri í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya, har hann fer at røða um nationalismu í byltingartíð, og hvat vit smáu tjóðir í Norðuratlantshavi kunnu læra hesum viðvíkjandi.

Fyrilesturin er ókeypis og fyri øll, og mælt verður til, at fólk møta í góðari tíð, tí dyrnar lata aftur klokkan 16:20. Forsetin heldur fyrilesturin á enskum, og høvi verður at seta spurningar aftaná.

Eftir tiltakið er pláss fyri kaffi og práti.

Neyðugt er við tilmelding, og tað verður gjørt her.

Fróðskaparsetur Føroya


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder